HEIM
24.08.2015

Hvussu fær man norðurlendskan mentanarstuðul?

Kunningartiltak um Nordisk Kulturfond á Bókasavninum við Løkin, hóskvøld 27. august kl 19.00.

Kom og finn uppá
Hevur tú hug at samstarva við øðrum norðurlendingum og bróta upp úr nýggjum innan málningalist, tónleik ella okkurt annað mentanarligt? Veitst tú av, at tú kanst fáa fíggjarligan stuðul til at skipa fyri verkstovum, námsskeiðum og líknandi, um endamálið er at endurskapa og nýhugsa Norðurlendskara mentan? Hevur tú hug at frætta meira og vera við til at skapa íblástur, so er at møta upp á Bókasavninum við Løkin, hóskvøldið 27. august 2015 kl. 19:00.

Hvørt ár letur Nordisk Kulturfond áleið 29 milliónir krónur til út við 200 ymiskar norðurlendskar verkætlanir innan mentan og list.
Nakrar fáar Føroyskar verkætlanir hava fingið millum 100.000 og 400.000 krónur av hesum. Tað er gott, men vit kunnu væl fáa meira pening at arbeiða við.
Stýrið hjá Nordisk Kulturfond ynskir at fleiri stórar verkætlanir verða framdar og serliga við uppruna í Føroyum og Grønlandi.
Tú hevur møguleika at fáa heilt upp í 500.000 krónur av hesum at arbeiða við, um tú hevur rætta hugskotið. Er hugskotið eitt sindur kámt beint nú, so latið okkum hjálpast at.

Samstarv og menning
Endamálið hjá Nordisk Kulturfond er at stuðla Norðurlendskum mentanarsamstarvi, har norðurlendsk mentan verður endurskapt, nýhugsað og ment.
Dentur verður serliga lagdur á menning gjøgnum samstarv og skapan av netverki. Tað merkir millum annað at fólk úr í minsta lagi trimum norðurlondum skulu samstarva um verkætlanina, um stuðul skal fáast úr grunninum.
Tú kanst sostatt ikki søkja um stuðul til at fara á konsertferð í trimum norðurlondum, hóast tín tónleikur kanska er serligur føroyskur/norðurlendskur. Men við at samstarva um at skapa tónleik, kanst tú skapa eitt netverk, sum kann vera eitt gagnligt grundarlag í framtíðini. Og samstarvið um at skapa tónleik, kanst tú søkja um stuðul til.

Byrjanar-stuðul
Ert tú ikki heilt vís í, hvørjum tú skalt samstarva við ella júst hvussu tú skalt skipa verkætlanina, kanst tú søkja um byrjanarstuðul.
Undir heitinum "Opstart” ber til at søkja Nordisk Kulturfond um upp til 25.000 krónur til at rinda ferðaútreiðslur og annað, sum eru neyðugar fyri at tú kanst menna hugskotið saman við øðrum norðurlendingum.
Veitst tú ikki hvør kundi verið ein góður samstarvspartnari, so hava vit eitt netverk og kunnu vónandi skjótt finna eitt fólk, júst innan títt áhugaøki.
Tað er einfalt at søkja, eingin tíðarfreist er, og avgreiðslutíðin er í mesta lagi tvær vikur.
Tá ið tit so hava ment hugskotið, skapt tykkum eitt netverk, og tit hava gjørt tykkum greitt, hvussu verkætlanin skal fremjast, kunnu tit søkja Nordisk Kulturfond um verkætlanarstuðul, antin vanliga ella undir "Handmade” átakinum, alt eftir hvat listaøki talan er um.

Handgjørt
Í 2016 verða heilar 3 milliónir krónur settar av undir heitinum "Handmade”. Hetta átak vendir sær til listafólk, sum hava hug at royna seg í marknalandinum millum ymiskar listagreinar við til dømis tilfari, mynstrum, arbeiðsháttum og tøkni.

Nærri kunning
Skipað verður fyri kunningar- og hugkveikingarfundi komandi hóskvøld.

Endamálið við fundinum er at:
kunna um skipaða netverkið millum listafólk í Norðurlondunum
kunna nærri um stuðulsskipanirnar hjá Nordisk Kulturfond.
hugkveikja, í teirri vón at skapa hugskot til nýggjar og góðar verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til úr Nordisk Kulturfond.
Hevur tú hug at frætta meira og vera við til at skapa íblástur, so er at møta upp á Bókasavninum við Løkin, hóskvøldið 27. august 2015 kl. 19:00.

Helle Thede Johansen,
verkætlanarumboð fyri Nordisk Kulturfond