HEIM
02.04.2019

Hvønn týdning hevur eitt gott kappingarføri?

- alment tiltak í Løkshøll hóskvøldið 4. apríl kl. 19.00-21.30

Eysturoyar Vinnulívsfelag bjóðar til tríggjar spennandi fyrilestrar sum seta fokus á hvønn týdning eitt gott kappingarføri hevur fyri føroyska samfelagið, fyri fólkið sum býr her í landinum og fyri føroyska vinnulívið. Somuleiðis verður umrøtt hvørjar avleiðingar eitt vánaligt kappingarføri hevur.

Fyrilestrarhaldarar eru:

 

Elisabeth Holvik, leiðandi búskaparfrøðingur í SpareBank 1 í Noregi

Elisabeth fer at tosa út frá heitinum: “Global uro, handelskonflikter og økende renter. Hvordan påvirker det små åpne økonomier?”. Hon fer at hyggja eftir altjóða viðurskiftum við handilsstríðum og Brexit, og eftir hvussu smærri lond sum t.d. Norra og Føroyar mugu bera seg at tá slíkar broytingar henda. Tað fer at snúgva seg um kappingarføri, rentu og valutapolitikk og tørvin á nýggjum vinnupolitikki.

 

Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum

Niels fer at tosa út frá heitinum: “Kappingarførir karmar fyri føroyskar vinnufyritøkur”. Hann fer at taka støði í kanningini av kappingarførinum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi í 2017. Komið verður eisini inn á, hvussu skatta og avgjaldskarmarnir kunnu ávirka íløguavgerðir hjá fyritøkunum og kappingarførið í framtíðini.

 

Jógvan Jespersen, stjóri Felagið Nótaskip

Jógvan fer at tosa út frá heitinum: “Sjófeingislógin avmarkar kappingarførið hjá uppisjóvarvinnuni”. Hann fer at greina, hvussu hann heldur, at Sjófeingislógin avmarkar kappingarførið hjá føroysku uppisjóvarvinnuni.

At enda verða spurningar og samanumtøka. Bergur Poulsen verður orðstýrari.

Tiltakið er alment og ókeypis.