HEIM
26.05.2011

Hvar fara pengarnir?

Eik skipar fyri áhugaverdum og upplýsandi tiltøkum um, hvussu tú kanst fáa peningin at røkka longri í gerandisdegnum. Fyrra tiltakið verður í Løkshøll í Runavík 30. mai og seinna tiltakið í Miðlahúsinum í Havn 6. juni

Visti tú, at um tú keypir ein kopp av kaffi um dagin, kanst tú lættliga brúka upp móti 10.000 krónum um árið upp á kaffi?

Tú hugsar kanska ikki um tað í gerandisdegnum, men leggur tú øll tíni smákeyp saman, kann tað vísa seg at blíva nógv tilsamans. Kanska so nógv, at velur tú okkurt frá, kanst tú t.d. spara saman til eina uttanlandsferð.

"Kundaráðgevar okkara uppliva javnan, at sjálvt smáar broytingar í dagligdegnum hjá kundanum, kunnu geva væl størri fíggjarligt rásarúm. Tað krevur bara, at tú verður meira tilvitað/ur um tínar nýtsluvanar." sigur Marjun Eystberg, økisleiðari í Eik.

Tí skipar Eik nú fyri tveimum tiltøkum við íblástri, góðum ráðum og amboðum til títt fíggjarlív. Tiltøkini eru ætlað øllum, sum fegin vilja hava góð ráð um, hvussu ber til at fáa betri innlit í og betri yvirlit yvir egna- og familjunýtsluna.

Eitt nú fer Erika Hayfield, ið hevur eina Phd í brúkaramentan, at greiða frá týdninginum av at kenna sín egna brúkaraatburð. Á tann hátt kann ein gerast ein meira tilvitaður og kritiskur brúkari.

Hannelena Jacobsen og Bente Kjær, ið standa aftan fyri bóklingin "Tann góði matpakkin" hjá Fólkaheilsuráðnum, fara at geva góð ráð um matvanar og daglig innkeyp.

Eisini fara kundaráðgevar í Eik m.a. at vegleiða í at leggja fíggjarætlan.

Fyrra tiltakið verður mánakvøldið 30. mai í Løkshøll í Runavík og seinna tiltakið verður mánakvøldið 6. juni í Miðlahúsinum í Havn. Bæði tiltøkini byrja kl. 19.30 og enda kl. 21.30.

Neyðugt er ikki við tilmelding og øll eru vælkomin.