HEIM
17.03.2015

Hvar ætlar tú at verða tá Sólarmyrking er

Í listanum her sæst eitt yvirlit yvir bygdir í har sólarmyrkingin sæst, møguliga sæst og har hon ikki sæst við fyrstu kontakt, tvs. tá mánin kemur inn yvir sólina. Hetta er umleið ein tíma áðrenn fullu sólarmyrkingina.

Fyri at fáa sum mest burturúr upplivingini við sólarmyrkingini, viðmæla vit øllum at finna eitt stað, har sólin sæst frá FYRSTU kontakt, so byrjanin eisini er við. Flest øll gera nakað serligt burturúr byrjanini av sólarmyrkingini umleið kl. 8:38. Tá tú er á staðnum nýtir tú næsta tíman at síggja sólarmyrkingina gerast størri, og tú leggir merki til broytingarnar rundan um teg. Um tú skal koyra til staðið kl. 8:38, tryggjað tær so, at tú hevur nokk at tíð at koma fram.

Niðanfyristandandi kort vísa tey støð í landinum, sum enn eru í skugganum við FYRSTU kontakt kl. 8:38. Listin yvir bygdir vísir hvar byrjanin av sólarmyrkingini sæst frá kl. 8:38. Hetta er kortið, sum skal nýtast, tá tú avgerð, hvar tú vil uppliva sólarmyrkingina frá.

Longur niðri er eitt annað kort, sum vísir tey støð í landinum, sum enn eru í skugganum við AÐRU kontakt – sum er tá tað er full sólarmyrking – kl. 9:40. Hetta er tann mest spennandi parturin av allari upplivingini við sólarmyrkingini. Hygg á kortið og tryggja tær, at tú sær fullu sólarmyrkingina kl. 9:40. Sólin er nú hægri á himmalinum og støð sum vóru í skugganum við fyrstu kontakt síggja møguliga fullu sólarmyrkingina. Um tú býr á onkrum av hesum støðum, kann tú umhugsa at fara aðrastaðni at síggja sólarmyrkingina.

Gevið gætur, at fulla sólarmyrkingin ikki bert fevnir um sólina og mánan, men eisini landslagið rundan um teg. Onkuntíð kemur myrkrið úr vestri og tú sær eisini vakrar litir í havsbrúnni. Um tú hevur fjøll, sum standa fyri, sær tú møguliga ikki hesi sermerki.

Kortini sum eru her, eru útroknað við hjálp av neyvastu sólarmyrkingar upplýsingum og staðbundnum viðurskiftum, sum eru váttað av føroyskum serfrøðingum.

Listin yvir bygdir kann síggjast og takast niður her, sum vísir sýnið við fyrstu kontakt, tá mánin kemur innyvir sólina.
http://solareclipse.fo/admin/wp-content/uploads/Sýnið-við-fyrstu-kontakt.pdf

Listin yvir bygdir kann síggjast og nakast niður her, sum vísir sýnið tá full sólarmyrking er. 

http://solareclipse.fo/admin/wp-content/uploads/Faroese-S%C3%BDni%C3%B0-til-s%C3%B3lina-vi%C3%B0-fullu-s%C3%B3larmyrkingina-uml-kl-0940.pdf

Hesi kortini, sum Michael Zeiler, www.greatamericaneclipse.com hevur gjørt vísa eisini hvussu sýnið er við fyrstu kontakt.

Skuggarnir vísa har onki sýni er.