HEIM
06.03.2007

Hús til sølu

Hús á Rókavegi í Runavík til sølu.

Húsini skulu takast niður ella flytast á annað øki.

Húsini eru nú í trimum hæddum kjallari, miðhædd og loft, miðhædd og loft er innrættað,
hvør hæddin er uml. 52 m2.
Kjallari er úr betong og kemur hann at fella burtur við tað at húsini skulu flytast.
Húsini er upprunaliga bygd umleið 1958. Klædningur er plast og tekja Aluminium.
Innandura er nógv gjørt við húsini, vindeyguni eru træ/plast.

Miðhædd
durur/gongd, trappa til loft, køkur og stór stova.

Loft
Trappa/gong, hjúnarúm, fýra kømur og baðirúm við
baðikar.

Nærri upplýsningar fáast við at venda sær til Runavíkar kommunu.

Runavíkar kommuna
Heiðavegur 26
600 Saltangará
Tlf. 417000 – Fax 417001