HEIM
30.05.2011

Hugnaløta við Toftavatn 31. mai

Í samband við at arbeiðið at gera gøtuna millum Toftir og Runavík framvið Toftavatni er væl liðið, er ætlanin at skipa fyri einari hugnaløtu við Toftavatn týskvøldið 31. mai. kl. 18.30.

Gingið verður frá bygdunum báðum eftir gøtuni til eitt økið nærhendis brúnni um vatnið. Farið verður av Svangaskarði kl. 18.00 og frá Skúlanum við Løkin kl. 18.15.
Á skránni eru røður, hugleiðingar og felagssangur, og bjóða kommunurnar báðar frukt.

Nes Kommuna og Runavíkar Kommuna hava samstarvað um at gera gøtuna gjøgnum hagan í nattúravakra økinum kring Toftavatn.

Fremsta endamálið við verkætlanini er at varðveita lívfrøðiliga margfeldni í nattúruni. Verkætlanin er partur av norðurlendskum samstarvi hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum fevnir um 14 norðurlendskar kommunur. Samskipari í Føroyum er Agenda 21 Stovan, sum upprunaliga fór upp í norðurlendska samstarvið saman við Nes Kommunu. Síðani er Runavíkar Kommuna eisini komin við.

Arbeiðið hevur gingið væl, og hevur gøtan, síðani byrjað varð at gera hana, verið nógv nýtt. Gøtan er upplagd at nýta í samband við rørslu, samstundis sum hon leiðir fólk gjøgnum eitt av vakrastu økjunum í landinum.

Fyriskipararnir vóna, at nógv fólk kemur til hetta forvitnisliga tiltak.