HEIM
05.06.2008

Hugnaløta niðri á Heyggj í Lamba

Tíðindaskriv

Ætlanin er at hava eina hugnaløtu niðri á Heyggj í Lamba eitt góðveðurkvøld í juni mánað.

Á skránni verður:
Felagssangur, kórsangur, røða, kvøðing, gongutúrur út á Linnirygg og endað verður í Lamba skúla, har okkurt verður til matna.

Lýst verður í útvarpinum tann dagin, ið tiltakið verður.

Fyrireikararnir