HEIM
23.11.2015

Hugleiðingar um góð ellisár

Einaferð um mánaðin í vetur verða almenn tiltøk fyri eldri borgarar hildin á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Tað er Dagtilhaldið í Runavíkar kommunu, sum hevur gjørt eitt samstarv við bókasavnið, um at skipa fyri hugnaligum og upplýsandi seinnapartum fyri eldri borgarar. Ætlanin er at ymisk áhugaverd fólk verða boðin inn at hugleiða um ymisk evnir og viðurskiftir, sum viðkoma teimum eldru. Prát og drekkamuður verður eisini í hásæti.

Fyrsta tiltakið í hesi røðini verður nú týsdagin, 24. novembur klokkan 14.30, tá Eyðun Joensen, sálarfrøðingur vitjar og hugleiðir um góð ellisár.

Eyðun, sum nú er farin um tey sjeyti, var fyrsti føroyski sálarfrøðingurin. Hann var í meiri enn tredivu ár í so mongum høpi fremsta umboð fyri sálarfrøðina í Føroyum, og er altíð áhugaverdur at lurta eftir.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Bókasavnið bjóðar drekkamunn.