HEIM
21.08.2014

Hotelskipið “Nordstjernen” kom mikukvøldið á Runavík

Havnastjórin, Tórbjørn Jacobsen, lýsti hendingina soleiðis:
Fyri løtu síðani komu vit inn á Rókakeiuna við hini gomlu damuni Nordstjernen, fyrrverandi strandfaraskip hjá Hurtigruten í Noregi, sum skal vera flótandi gistingarfloyur í býnum næstu vikurnar. Skiparin sigur, at hetta er eitt klenodii hjá norðmonnum, smíðað í fimmtiárunum í hinari øldini. Ikki sørt at man fór at hugsa um allar ferðirnar við Tjaldrinum hjá Skipafelagnum, smíðað í Aalborg um nakað sama mundið, tá man gekk sær ein túr ígjøgnum salongirnar, eftir dekkinum og ikki minst úti á brúgvaveinginum.