HEIM
22.04.2013

Hornorkesturkonsert á Glyvrum mikukvøldið 24. apríl

Mikukvøldið 24. apríl kl. 19.30 hava Nes Sóknar Musikkfelag og Fuglafjarðar Hornorkestur konsert í fimleikahøllini í Glyvra Skúla.

Nes Sóknar Musikkfelag hevur mangan spælt konsertir saman við øðrum orkestrum, og hesaferð verður tað Fuglafjarðar Hornorkestur, sum eisini luttekur. Kenneth Jones stjórnar Nes Sóknar Musikkfelag, og Kjell Orseth stjórnar Fuglafjarðar Hornorkestri.

Konsertin er liður í fyrireikingunum hjá orkestrunum báðum til árligu Musikkstevnuna, sum hesaferð verður í Skúlanum við Løgmannabreyt komandi vikuskifti. Tað er Havnar Hornorkestur, sum fyriskipar Musikkstevnuni í ár.

Skráin mikukvøldið verður fjølbroytt. Til musikkstevnuna hava orkestrini vant fleiri sera ymisk løg, sum skulu vísa, hvussu væl orkestrini megna at spæla ymisk og fjølbroytt tónleikasløg - frá siðbundnum marsjum og klassiskum tónleiki til forsturlandsløg og lættari tónleik.

Setið eina løtu av nú mikukvøldið - um tykkum dámar hornorkesturtónleik - til konsert í fimleikahølllini í Glyvra Skúla kl. 19.30.

Nes Sóknar Musikkfelag og Fuglafjarðar Hornokestur