HEIM
11.04.2008

Hornorkestrið hevur konsert í fimleikahøllini á Glyvrum

Hornorkestrið hevur konsert í fimleikahøllini á Glyvrum mikukvøldið kl.
20.00.

Nú mikukvøldið 16. apríl kl. 20.00 hevur Nes Sóknar Musikkfelag, og ein Messing kvintett úr Havn, konsert í fimleikahøllini á Glyvrum. Tað er venjarin í báðum orkestrunum, Kenneth Jones, ið stjórnar. Skráin hjá Hornorkestrinum er tað, ið framførast skal á Musikkstevnuni í ár, sum hildin verður í Trongisvági 18. og 19. apríl. Millum annað verður spæld ein Euphonium duett, My And My Shadows, sum Rebekka Hjørleifsdóttir og Anna Magnussen spæla saman við orkestrinum.