HEIM
11.03.2008

Hondbóltsskúli

Hondbóltsfelagið Tjaldur heldur í døgunum frá mánadegnum 17.mars til týsdagin 18.mars 2008,
ein spennandi og undirhaldandi hondbóltskúla, fyri børnum 10 – 14 ár og mikudagin 19. mars fyri
børnum 7 – 10 ár.

Nær tað verður: 17 – 18. mars (børn yvir 10 ár) klokkan 10.00 – 16.00
19. mars (børn undir 10ár) klokkan 10.00 – 15.30

Hvar: Ítróttarhøllin í Runavík

Kostnaður: 350 krónur fyri børn yvir 10 ár og 150 krónur fyri yngri enn 10 ár.
Íroknað døgurði (sunnur kostur frá Sjókaféini) allar dagarnar, frukt, saft og ein saftdunkur.

Tilmelding: Peningurin á 350/150 kr. verður settur inn á konto 6460-178.446.5 í F.B. og minst til at viðmerkja NAVN.

Tilmeldingarfreistin er 14.marts 2008 kl. 15.00.

Tit mugu skunda tykkum, tí avmarka nøgd er.