HEIM
25.10.2010

Høganes 125 ár

Kvøldseta mánakvøldið 25. oktober kl. 19.00 í Løkshøll

Nú sluppin Høganes er vorðin 125 ár, hevur nevndin í Felagnum Høganes avgjørt, at halda eina kvøldsetu í Løkshøll í Mentanarvikuni í Runavík. Endamálið við felagnum er at byggja eitt savn – eitt vitjunarvert stað fyri ferðafólk á Skálafjørðinum.

Høganes er í dag einasta skip av sínum slag í Evropa. Í hesum sambandi fer Albert Isfeld at tosa um friðing og týdning av at varðveita m.a. skip, bygningar og umráði.

Á tiltakinum mánakvøldið er Gunnar Nolsø orðstýrari og fer samstundis at leggja upp til kjak. Dánjal Petur Højgaard, formaður í felagnum, fer at tosa um Felagið Høganes sum hevur virkað í 26 ár. Harumframt fer Hans í Líðini at greiða frá sínum royndin og arbeiði við sluppuni Jóhannu úr Vági. Tónleikarin og tónasmiðurin, Johan Mortensen, fer at undirhalda við harmonikutónleiki. Aftaná er Café Løkshøll opin og møgulleiki verður at keypa eina t-shirt við tekning av Óla P.

Atgongumerki á 50 kr. eru at fáa við dyrnar.