HEIM
20.06.2011

HKcare við fysioterapi og kosmetologi í Saltangará

Leygardagin 17. juni læt heilsustovan, HKcare við fysioterapi og kosmetologi upp á Heiðavegi 100, Saltangará.

HKcare veitir fysioterapi viðgerðir fyri nógvar kopsligar trupulleikar, sum td. lenda, aksla og nakka trupulleikar og taka tey sær eisini av ítróttarskaðum, uppvenjingum og gera SuperSole special innlegg.

Kosmetologurin bjóðar millum annað ymiskar andlitsviðgerðir, voksing av óynsktum hárum og smynking til alskyns høvi.

HKcare letur upp mánadagin 20. juni 2011.