HEIM
22.05.2008

Hjartafelagið kannað fyrisitingarstarvsfólk í Runavíkar kommunu

21. mai var Hjartafelagið á vitjan eftir áheitan frá umsitingini. Hetta er liður í einum átaki, har vitjað verður á stovnum og fyritøkum. Øll starvsfólkini vórðu kannað fyri kolesterol, blóðsukur og blóðtrýst. Harafturat vórðu fólk vigað og máld og fingu harútfrá roknað BMI.

Stórur áhugi var fyri kanningini, og fleiri hava fingið okkurt at hugsa um viðvíkjandi heilsuni. Vinarligu fólkini frá Hjartafelagnum góvu eisini góð ráð, býttu faldarar út og svaraðu spurningum.

Á heimasíðuni hjá Hjartafelagnum (www.hjartafelag.fo) verður virksemið hjá felagnum lýst soleiðis:

Hjartafelagið hevur seinastu 18 árini havt tiltøk ymsastaðni í Føroyum, har hildið hava verið fyrilestrar og fólk hava havt høvi at blíva kannað, m.a. blóðtrýst, blóðsukur og kolesterol.

Hesi árini eru fleiri enn 5000 fólk kannaði.