HEIM
19.03.2020

Hissini tíðarlummi

Meðan hjólini í fiski- og alivinnuni í stóran mun mala á sama hátt, sum tey gjørdu, fyri at COVID-19 rakti Føroyar, so var væntandi, at m.a. handilsvinnan fór at fáa ein stoyt av hesum. Ein av stóru handlunum í landinum er Pf. Borg, hvørs høvuðsdeild er í Runavík, umframt at felagið hevur deildir í Klaksvík og í Tórshavn. Umframt rímiliga stóra smásølu er Borg í stóran mun ein timburhandil. Myndugleikakrøvini í mun til COVID-19 smittuna eru neyðug, ásannar eigarin og stjórin, Rodmundur Nielsen, men kortini staðfestir hann, at hesi eru herskin, um vit bert hugsa um virksemið hjá felagnum. Í løtuni - í hvussu er - nú tey flestu í størstan mun eru heima við hús, og álagt verður fólki ikki at savnast í størri hópum. Fokusið, burturav, í løtuni, er smittan - at renna undan henni ella at fáa hana í drag – undir øllum umstøðum hugsar at kalla ongin í hesum døgum um at keypa við og amboð.

Yvir eina nátt fall sølan niður millum helvt og trífjerðing, táið smittan tók land í Føroyum, og tíðindaheimurin og sosialu miðlarnir blivu pallar fyri tí høpinum burturav. Hetta viðførdi, at vit máttu taka eina skjóta avgerð saman við okkara dugnaligu starvsfólkum, sigur stjórin, og hann heldur fram: ”Samskifti millum leiðsluna og tey starvandi var gott, øll skiltu álvaran í íkomnu støðuni, og vit komu til eina skilagóða semju, sum m.a. hevði tað við sær, at vit ikki lótu krambúðirnar aftur, hóast tað kundi verið úrslitið, so krympaður sum kundaskarin var vorðin.” Hann leggur afturat, at eitt av valunum bleiv, at nøkur av starvsfólkunum eru heima stødd, fyri at eitt skifti kann gerast, um onkur av teimum virkandi skuldi verið raktur av COVID-19, - ein neyðug tilbúgving uppá sikt, táið vit ikki kenna tíðarmálið í heilsukreppuni. Semjan við starvsfólkini ber eisini tað við sær, at øll eru aftur í starvi hjá felagnum - at øll eru til arbeiðis við fullari megi - táið landsumfatandi heilsuliga ódnarveðrið einaferð hevur lagt seg.

Tað eru 64 ársverk í fyritøkuni, sum seldi fyri 172 milliónir krónur í 2019, og sama árið hevði eitt yvirskot fyri skatt á umleið 8 milliónir krónur.

Hesa løtuna, vit vitja fyritøkuna, bendir onki á, at tey, sum manna leiðslugongina, hava mist mótið kortini. Kári Hansen, leiðari, er ivaleysur í, at fólk – kundin – longu er farin at hugsa yvirum hesa heilsukreppuna, sum nú herjar okkum. Tey fata hetta bert sum ein hissini tíðarlumma, sum komast skal ígjøgnum, fyri at alt síðani verður vanligur gerandisdagur aftur. Nógvir fyrispurningar og samskifti ígjøgnum dagin hava sannført hann um, at hetta er forbífarandi, og at alt kemur upp í gear aftur, táið ringastu COVID-19 sjógvarnir hava lagt seg.

Hóast stjórin harmast um støðuna, serliga um støðuna hjá starvsfólkunum og fyritøkuni, so væntar hann at støðan gerst normal aftur rættiliga skjótt, tað snýr seg í grundini bert um at gleiva uppum ein hissini tíðarlumma. Hinvegin væntar hann ikki, at mista sølan í hesum tíðarskeiðnum kann vinnast innaftur, fólk dríggja og útseta tað sum tey ætlaðu sær at gera í hesum tíðarskeiðnum, tí kemur sama forskjóting helst í umsetningin hjá Pf. Borg, og árið 2020 verður tað verri, enn roknað var við um nýggjársleitið 2019/20.

Í Pf. Borg hava tey tikið nøkur rep niður, men ætla samstundis at sigla fyri fullum seglum aftur, tá ringasta nosið er farið framvið okkum.