HEIM
11.03.2013

HF og Støkk vunnu steypini!

Seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki, bleiv hildin í Ítróttarhøllini í Runavík í gjár, fyrst gjørdu pinkur og smágentur.

Hjá pinkum var tað aftur Flykran hjá Støkk sum streyk avstað við fyrsta plássinum og gjørdust sostatt eisini steypavinnarar, nr. 2 bleiv Ljósið og Tinker Bell hjá HF og Perlan hjá Støkk endaðu á einum deildum 3 plássi.

Hjá smágentum var tað somuleiðis aftur Svanirnir hjá HF sum vunnu kappingina í dag og gjørdust steypavinnarar, nr. 2 bleiv Vípan hjá Støkk, nr. 3 gjørdist Ljósið.

Hjá Gentum vann Snjóhvíta hjá HF bæði kappingina í dag, og steypakappingina. Tað var sera hørð kapping um fyrstaplássið, Svalan hjá Støkk var bert 0,1 stig frá fremsta plássi, nr. 3 gjørdust Soldátarnir hjá HF.

Hjá Unglingum var tað eins og seinast Confessions hjá HF sum bleiv nr. 1, og gjørdust sostatt steypavinnarar, nr. 2 bleiv Macavity hjá HF, nr. 3 Ljósið.

Hjá Kvinnum var eisini sama rekkjufylgja sum seinast nr. 1 gjørdist HF, og sostatt steypavinnarar, nr. 2 gjørdist Viljin hjá Støkk og nr. 3 Ljósið.

Niðanfyri síggjast øll úrtslitini frá kappingunum.

Myndarøð: {0848EBBB-BF0F-441F-BCE1-04F34BEC5502}
Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/621B5E69-B401-4596-8394-0C9AD38E5160.xlsx
Attachment2: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/58682735-B142-437E-A928-60D533BD2400/621B5E69-B401-4596-8394-0C9AD38E5160.xlsx