HEIM
15.04.2015

Hevur tú hug at luttaka á Mentanarvikuni?

Aftur í ár verður Mentanarvikan Skýming hildin í Runavík, hesaferð í døgunum 18. til 25. oktober. Í hesum sambandi vilja samskiparnarnir bjóða listafólki, mentafólki, skúlaflokkum og borgarunum annars vælkomnum við sínum íkasti til mentanarvikuna. Hugsað verður um ymiskt mentanarligt undirhald, t.d. tónleikatiltøk, framsýningar, skeið, workshops, fyrilestrar, og sølu av heimagjørdum vørum.

Fyrimunurin við at leggja eitt tiltak í mentanarvikuni, er, at man fær møguleika at marknaðarføra sítt tiltak ókeypis í tí tilfari, ið verður framleitt í sambandi við mentanarvikuna. Umframt at stuðla við marknaðarføring, kunnu samskiparnir eisini hjálpa við at finna hóskandi høli til tiltakið. 

Eru tú/tit áhugað í at koma við í skránna fyri Mentanarvikuna við einum tiltaki, eru tú/tit vælkomin at seta teg/tykkum í samband við VRG, í seinasta lagið 16. juni 2015. 

Vegna samskipararnar
Etly Nord Højgaard

Mentanarvikan Skýming 2015
Postboks 26 
FO-610 Saltangará
Tel: +298 666600
etly@vrg.fo
www.mentanarvikan.fo