HEIM
25.06.2017

Heimspeki, ástøði og praktiskur veruleiki

Røða, sum borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen flutti fram, nú Ilya Shestakov, russiskur varalandbúnaðarmálaráðharri og ráðharri fyri fiskivinnu og alivinnu og frú Regina G. Shestakova vóru á almennari vitjan í Føroyum í vikuni. Mikudagin vitjaðu tey her í økinum, og eftir at hava verið á gátt hjá Bakkafrost á Glyvrum var bjóðað til døgverða í Skótahúsinum við Løkin.

Kæri ráðharri, háttvirdu gestir okkara, kvinnur og menn.

Ein fluga á bróstinum, við ongum viti og nógvum eygum, hevði ivaleyst undrast yvir, at russar og føroyingar hittast í Føroyum í hesum døgum og í Runavík í kvøld. Støddarlutfallið fær ikki verið størri, Russland er heimsins størsta land, meðan Føroyar kanska er jarðarinnar minsta tjóð. Annað er 12.152 ferðir størri enn hitt. Hetta líkist eini filosofiskari andsøgn, men sum rithøvundurin Leo Tolstoj segði: “Tað er ómakaleysari at skriva 10 bøkur um heimspeki enn at konvertera eina einastu ástøði til praktiskan veruleika.”

Stríðið ímillum eystur og vestur var framvegis í hæddini í sjeytiárunum. Kalda kríggið herjaði. Stórveldini Sovjet og USA skákaðu hvørt annað, alt meðan kjarnorkugoymslurnar bólgnaðu alt meiri. Føroyar vóru ein partur av vestaru sferuni, og hóast alt kendist so knívskorið – svart og hvítt í vápnakappdubbingini – funnu Føroyar og Sovjet í samráðingum fram til, at eitt samstarv á fiskivinnu- og handilsøkinum kundi vera ein fyrimunur fyri báðar partar. Hetta hendi samstundis sum føroyska fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar - hin 1. januar 1977 – fyri 40 árum síðani.

Báðir partar hugsaðu og handlaðu út frá nationalum áhugamálum. Tvørtur um Jarntjaldið. Hóast tað í stóran mun snúði seg um at regulera fiskiskapin sum hevði verið, so var hetta eitt djarvt stig í eini spentari støðu. Ein maður, sum var nógv umrøddur í Føroyum um ta tíðina, var Alexander Ishkov. Hann samráddist við Føroya landsstýrið, har úrmælingurin í samráðing, Atli P. Dam, løgmaður, var oddviti, Petur Reinert var fiskimálaráðharri, og eftir at hava fundast í fleiri dagar í Kreml, fekst tað samstarvið í lag, sum nú, 40 ár seinri, má sigast at vera tað mest stabila samstarvið Føroyar hava havt við eitt annað land nakrantíð.

Sjálvur havi eg ferðast kring tað mesta av knøttinum sum skipari í handilsflotanum. Vit sigldu nógv uppá Sovjet og seinri Russland. Vit vóru norðanfyri, í Murmansk, og í Eystrasalti vitjaðu vit Kaliningrad og St. Petersburg og í Karelia Vyborg. Mínar royndir eru, at gert tú eina avtalu við ein russara, so heldur avtalan, líkamikið hvussu víkir og vendir. Føroyska orðatakið, “eitt orð er eitt orð, - ein maður er ein maður”, tykist eisini at vera yvirskipaður russiskur hugburður. Hesar somu royndir gjørdi eg mær í tíðini sum havnarmeistari við Runavíkar havn. Tað endaði við vinskapi við fleiri russiskar skiparar, og eg plagdi at siga við teir, at mær dámdi so væl russisku kommandovegirnar. Hann, ið er settur at ráða, ræður. Skiparin. Og bara hann.

Winston Churchill skal hava sagt, undir krígnum, táið mest stóð á í Europu, at nú ráddi mest av øllum um at tryggja konvoyirnar við útgerð til Murmansk og Arkangelsk, fyri ein og hvønn prís, Sovjetsamveldið mátti undir ongum umstøðum kollapsa. Nazistarnir høvdu tá ræði á Norðurafriku og Miðjarðarhavinum. Offrini vóru so ørandi í hesum stríði, at vit skilja tey als ikki, men ein sannroynd er tað, at tann Reyði herurin – í tí, sum rópt var, og verður, hitt stóra Fosturlandsstríðið - saman við vesturlendska ísinkramminum, bjargaði teimum sameindu sigurin á Hitleri og hansara kumpanum.

Kommunan, sum tit nú vitja, hongur ikki saman av almennum arbeiðsplássum. Hon stendur omaná arbeiðssemi fólksins, og teimum, sum hava tikið stig til og reka vinnulív. Og tað er júst vinnuvirksemi, á sjógvi og landi, sum knýtir og fer at knýta ta russisku og føroysku tjóðina saman í góðum samstarvi í ókomnum døgum. Ynskjandi hevði eisini verið, at tey mentanarligu bondini fingu eina uppgradering, tí har er eisini okkurt sum líkist. Tað helt eg meg síggja í einum biografsali í Kaliningrad fyri fáum mánaðum síðani, har tveir føroyskir filmar vóru sýndir fyri fullsettari høll. Onkursvegna kendist tað sum, at áskoðararnir kendu seg heima í filmunum Dalur hjá Heiðriki á Heygum og Tunnan hjá Jónfinni Stenberg og Jóanesi Lamhauge.

Russland er ein gigantur í bókmentahøpi og vit royna okkara besta, so fá sum vit eru. Eisini á tí mótinum kundu vit hitst fyri at fingið eitt samstarv í lag. T.d. at fingið skaldskap týddan yvir um málini. Karamazov brøðurnir – Ivan, Dmitri, Aljosja og hálvbeiggin Smerdjakov – eru týddir til føroyskt av Heðini Brú, manninum sum einaferð segði, at ongin býr í Føroyum av praktiskum orsøkum.

Fjodor Dostojevski er primus inter pares í heimslitteraturinum. Í Karamazov brøðrunum skrivar hann um Ivan og bardaga hansara ímillum trúgv og iva, sum herjaði hann alt lívið. Hann lýsir hansara støðutakanir til hin frælsa viljan, menniskjakorini og etisku avbjóðingarnar. Niðurstøðan er greið: Menniskja eigur ein frælsan vilja, sum er nær slektaður við virðingina fyri lívinum, næstrakærleikanum og álitinum ímillum menniskju. Og hann leggur afturat, at vit megna bert frælsi, um tað er knýtt at onkrum, sum er hægri enn tað, Guði, annars endar alt í brutaliteti og primitiviteti, sum verða stýrdir frá teimum niðaru rókunum og instinktunum.

Í materiellum støddarlutfallið er samstarvið ímillum Føroyar og Russland høpisleyst. Dávid og Goliat. Kortini hava hesi seinastu 40 árini prógvað, at báðir partar hava skilt hesi orðini hjá russiska stórskaldinum Dostojevski: “Menniskjað eigur ein frælsan vilja, sum er nær slektaður við virðingina fyri lívinum, næstrakærleikanum og álitinum ímillum menniskju.” Vit hava brúkt frælsa viljan til at samstarva - og burtur úr hesum er komið virðing fyri lívi og næstrakærleika - og ikki minst treytaleyst álit ímillum tjóðirnar báðar.

Stór er tøkkin fyri, at tit ynsktu at vitja okkum, tit eru altíð vælkomin aftur, og skulu kenna tykkum sum heima, táið tit ferðast ímillum fólk okkara. Sagt í vónini um, at tað góða samstarvið landanna ímillum heldur fram og styrknar í árunum sum koma.