HEIM
02.03.2016

Heimsmeistari í inniróðri

Mánakvøldið varð skipað fyri móttøku í róðrarneystinum hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, har rógvararnir Bogi Olsen, Inga Weihe og Kem Weihe vóru heiðrað fyri flottu úrslitini í heimsmeistarakappinini í inniróðri í Boston.

Nógv fólk vóru samankomin. M.a. helt fyrrverandi borgarstjórin Magnus Rasmussen røðu og handaði gávur frá Runavíkar kommunu.

  • Bogi Olsen gjørdist heimsmeistari í lættvekt 40-49ár við tíðini 6:28,8
  • Kem Weihe gjørdist nr. 10 í harðasta bólkinum, opin bólkur tungvekt við tíðini 06:00,1
  • Inga Weihe gjørdist nr. 6  i opna bólkinum hjá kvinnunum við tíðini 07:07,2

Runavíkar kommuna ynskir øllum hjartaliga til lukku við flottu avrikunum.