HEIM
02.10.2014

Heimið á Mýrunum hevur 10 ára føðingardag.

Í samband við at tað eru gingin 10 ár síðan Heimið á Mýrunum í Runavík alment varð tikið í nýtslu, skipar Eysturoyar Røktar- og ellisheim fyri almennari móttøku á Mýrunum mánadagin 6. oktober kl. 18.00 – 19.30.

Forkvinnan í stýrinum, Elin á Torkilsheyggi bjóðar vælkomið.
Magnus Rasmussen, borgarstjóri ber fram eina heilsan og Josefina Jacobsen, hugleiðir sum avvarðandi um heimið. Tordur J. Niclasen, fyristøðumaður sigur eisini nøkur orð.

Eisini verður felagssangur og undir leiðslu av Jóannes S. Hansen luttekur "Miðnáttarsangbólkurin".

Borðreitt verður við einum drekkamunni og føðingardagskøku.

Øll eru hjartaliga vælkomin!