HEIM
29.04.2008

Heimbúðin – nýtt og gott gamalt romantiskt

Heimbúðin er nýggjur handil í Saltangará við romantique/antique møblum, shabby chic & cottage vørum, vistfrøðiligum sápum o.ø. Møblarnir eru teir flestu svenskir og franskir og fáast gamlir og restaureraðir ella eftirgjørdir.
Møguleiki er fyri at biða um tilboð uppá møblar í størri tali eftir avtalu.
Nógvir møblar kunnu fáast óviðgjørdir ella málaðir, ella málaðir eftir egnum ynski. Keypt verður inn í m.a. Svøríki og Fraklandi saman við útlendskum innkeyparum.
Handilin er rættiliga sjáldsamur. Hann er innrættaður í trimum rúmum, sum eru køkur, stova og kamar. Rúmini eru fult útgjørd og alt er til sølu.
Eigarin, Laila K. Rólantsson, sigur tó, at gamli restaureraði Morsø-komfýrurin helst ikki verður seldur!
Heimbúðin letur upp 2. mai og heldur til á Heiðavegi 81 í Saltangará, beint við Statoilstøðina, har sum 7-Bit var frammanundan. Opið er mána- til hósdag frá 10 til 17.30, fríggjadag 10 - 18 og leygardag 10 - 14.
Heimbúðin hevur tel. nr 44 11 11