HEIM
19.05.2014

Heilsutiltak á Skála

Í samband við at fólkaheilsuráðið heitir á øll, um at fara út at røra seg hesa vikuna, skipa stovnarnir á Skála, Dagstovnurin Varðin og Barnahúsið Sellin, fyri fleiri tiltøkum fyri børnunum, sum ganga har.

Men týsdagin 20. mai kl. 13 verður skipað fyri kondibingo. Tá er ætlanin at øll, ið hava hug, so sum foreldur og onnur bygdafólk, kunnu verða við til tiltakið. Tey, ið ynskja at verða við, skulu siga Varðanum frá á tlf. 297161 (tó ikki børn í ganga á stovninum). Byrja verður í Varðanum.