HEIM
06.09.2010

Heilsurenningin 3. september í Runavík

Eini 90 fólk møttu upp til heilsurenningina fríggjadagin, við ítróttarhøllina í Runavík.

kl. 17.00 komu fólk at avheinta startnummar, síðani var felags upphiting við YNDI Fitness og áðrenn renningin byrjaði segði Aksel Johannessen, landsstýrismaður nøkur orð.

Møguligt var at renna tveir ymiskar teinar. Styttri teinurin á uml. 2 km var frá ítróttarhøllini yvir til vendiplássi á mýrunum og aftur.

Longri teinurin á uml. 5 km. var frá ítróttarhøllini yvir á rituvíksháls og aftur.

Eftir renningina var frugt og vatn at fáa og vinnararnir av lutakastinum vóru funnir.