HEIM
31.08.2011

Heilsurenning í Oyndarfirði leygardagin

Nú í vikuskiftinum verða heilsurenningar ymsa staðni kring landið.

Í Oyndarfirði skipar Oyndarfjarðar ítróttarfelag fyri heilsurenning leygardagin 3. september kl. 14.00.

Eins og til Flagdagsrenningina í Oyndarfirði verður frugt og vatn at fáa, tá komið verður á mál. Møtt verður í skúlagarðinum, og síðan verður runnið ella gingið Inn í Fjørð.

Fyriskipararnir vóna at síggja nógv fólk til renningina.