HEIM
05.06.2012

Heilsurenning hóskvøldið á Eystanstevnu

Aftur í ár byrjar Eystanstevnan við eini heilsurenning, har øll eru boðin við. Luttakararnir fáa ókeypis t-shirt, vatn og frukt. Eingin tilmelding er neyðug.

Heilsurenningin verður nu hóskvøldið 7. juni kl. 18 við ítróttarhøllina. Jóhan Danielsen og Petur Lamhauge standa fyri eini felags upphiting áðrenn farið verður avstað.

Til ber at ganga ella renna tveir teinar. Teir eru 2,4 km og 4, 2 km. Báðir teinarnir byrja við Ítróttarhøllina.

Runnið verður inneftir Gerðisvegi. Við rundkoyringina fara tey, sum ætlað sær styttra teinin, oman Posthúsbrekkuna, snara til vinstru út á Heiðaveg og renna úteftir til Ítróttarhølina. Tey, ið fara longra teigin, sneiða niðaneftir Leitisbrekku, tá tey koma úr rundkoyringini. Síðani verður farið inneftir Leitisvegi, og tá hann kemur í Dalaveg, verður farið oman Dalaveg, og út á Glyvraveg, og so úteftir Heiðavegi til Ítróttarhøllina.