HEIM
18.06.2010

Heilsurenning á Eystanstevnu

Hóskvøldið byrjaði eystanstevnan við heilsurenning og vóru nógv fólk samankomin til hetta tiltakið.

Byrja varð við Ítróttarhøllina, har fólk fingu blusur við stuðlum á. Síðani bleiv runnið 2,4 km ella 4,2 km.

Tá komi var aftur til ítróttarhøllina fingu allir luttakararnir bjóða frukt frá Brotinum og vatn frá Føroya Bjór.