HEIM
09.02.2016

Heilsudepil við Skálafjørðin

Heilsudepilin 015 Heilsudepilin 019

Heilsumiðstøðin í Runavík hevur í mong ár virkað sum eitt gott samtarv millum Runavíkar og Nes kommunur. Sum liður í avtaluni millum kommunurnar kring Skálafjørðin og Heilsumálaráðið um Skálafjarðar læknadømi og felags heilsudepil, er avtala gjørd um at byggja um verandi heilsumiðstøð til heilsudepil. Eftir broytingina kemur 1. hædd at húsa trimum kommunulækna viðtalum, við viðkomandi heilsustarvsfólki.

Vegurin til hetta framstig hevur nakað av órógvi við sær, og nakrar uppgávur verða tí fluttar úr húsinum og í aðrar bygningar í býnum, meðan umbyggingin fer fram. Broytingarnar verða í høvuðsheitinum hesar:

  • Blóðroyndir verða tiknar í kjallaran í politistøðini, ið hevur egna inngongd frá sunnan.
  • Kostráðgevi og jarðarmóður verða í politistøðini, við vinstru inngongd frá parkeringsplássinum við politistøðina.
  • Heilsufrøðingar hjá Gigna verða í hølunum hjá Hæddini

At standa fyri útbyggingini hevur TN Bygging vunnið sær rættin. Kostnaðurin verður áleið 1,3 mio krónur, íroknað alt innbúgv. Verkætlanin liðug í mai.