HEIM
21.12.2014

Heilsan frá borgarstjóranum til Depilin fyri børn og ung við fjølbreki

Týsdagin 16. desember var móttøka, í samband við at Depilin fyri børn og ung við fjølbreki í Runavík lat upp. 12 børn og ung við fjølbreki fáa eitt dagtilboð á nýggja deplinum. Eisini eru 8 umlættingarpláss til børn og ung úr øllum landinum at nýta. Niðast í greinini eru myndir, sum in.fo tók.

Heilsanir vóru bornar fram av m.ø. Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, Ingun M. Jacobsen, stjóra fyri Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum, Magnus Rasmussen, borgarstjóra í Runavíkar Kommunu, Helga Johannesen, stjóra í byggifyritøkuni KBH, sum hevur staðið fyr arbeiðinum. Mourits Mohr, stjóri í MEST, handaði eisini deplinum eina gávu á 10.000 kr, sum stavaði frá sølu av avlopsdeilum frá boripallinum West Hercules.

Í heilsan síni, segði Magnus Rasmussen, borgarstjóri:

Fyrst ynski eg at bjóða tykkum øllum, sum eru komin her í dag til hesa móttøkuna, so hjartaliga væl komin til Runavíkar. Tað er hugaligt at síggja so mong vera møtt allastaðir frá, at hátíðarhalda henda stóra dag, nú Depilin til børn og ung við fjølbreki alment verður tikin í nýtslu.

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, er til staðar her í dag, saman við Edvard Heen, stjóra á Almannaverkinum. Hjartaliga væl komin tit, saman við starvsfólki tykkara.

Tað var tann 3. februar í 2009, at Runavíkar kommunu sendi, táverandi Almanna- og Heilsumálaráðnum skriv, har vit bjóðaðu grundøki fram til ein møguligan nýbygning til børn og ung við fjølbreki, væl vitandi, at hølisumstøðurnar tá ikki vóru nøktandi í verandi bygningi. Vit vístu á hetta økið, sum ein møguleika av fleiri, og síðani tá hava vit havt samskifti um hetta mál. Nú, knapt 6 ár seinni, standa vit her í hesum nýggja, rúmliga, stásiliga og funktionella bygningi, sum er bygdur júst til endamálið og tørvin – til dagtilhald og umlætting til børn og ung við fjølbreki. Depilin liggur eisini væl fyri her, tætt við miðbýin við øllum tí, hann hevur at bjóða og tætt við náttúruperluna við Løkin og Toftavatn. Hetta er eisini framúr – hetta, at bygt verður nýtt - ístaðin fyri at keypa gamalt og so umvæla og tillaga, fyri síðani at ásanna, at tað nokk ikki var besta loysnin.

Hesi 6 árini hevur nógv og gott samskifti verið millum Almanna – og Heilsumálaráðið, seinni bara Almannamálaráðið, Landsverk og Runavíkar kommunu um hetta mál. Í nógvum lívsins viðurskiftum er gott og neyðugt at hava gott tol, og soleiðis hevur verið í hesum máli. Onkuntíð var tað sum at draga kalva – lætt var at draga og skjótt nærkaðist kalvin undir borði, men so rann nakað út aftur og so aftur at draga. Men í dag 6 ár eftir, at samskiftið fyri okkara viðkomandi byrjaði, so eru vit her øll so glað og væl nøgd, vit kunnu passandi siga, at kalvin er komin inn um stokkin. Eg havi tíðiliga merkt, at líka frá byrjan av og allan vegin ígjøgnum, so hevur landsstýrið veruliga gjørt sítt ítarsta fyri at fáa hesa verkætlan framda, og tað eiga tit tøkk og heiður uppibornan fyri.

Vit, sum hava havt innlit í umstøðurnar hjá hesum børnum og ungu seinastu árini, vit vita, hvussu stórt framstig hetta í veruleikanum er – hetta er nakað, sum børnini og tey ungu, saman við foreldrum og starvsfólki hava sæð fram til í nøkur ár, og tí er gleðin stór og spenningurin stórur, nú endiliga er klárt at sleppa at flyta inn.
Leikluturin hjá Runavíkar kommunu hevur verið at útvega byggibúgvið grundstykki og byggimálsviðgerðina tekur kommunan sær eisini av. Sjálvt byggiloyvið var samtykt í býráðnum 29. november 2012 – t.v.s. fyri nett 2 árum síðani og minnist meg rætt, so var spakin settur í 8. januar 2013.

Sjálva byggiverkætlanina hevur Landsverk tikið sær av vegna Almannaráðið. Eg tori at siga, at samstarvið frá fyrsta degi av hevur verið gott, og vil eg takka Almannamálaráðnum við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, á odda fyri stak gott samstarv. Eisini stóra tøkk til Landsverk fyri gott samstarv -allan vegin ígjøgnum. Alt gongur so lætt, tá samstarvið er gott.

Vit í Runavíkar kommunu fegnast í dag saman við øllum tykkum, sum koma at verða partur av deplinum. Vit fegnast um, at tit fáa tær góðu umstøður, sum tit øll hava uppiborið, og sjávur eri eg sera glaður um, at Runavíkar kommuna kann viðvirkað til at skapa góðar karmar fyri børn og ung við fjølbreki.
Eg fari til seinast at ynskja okkum øllum til lukku.
Takk fyri!

Myndarøð: {22D2D4E7-BF61-4D04-81CD-56A8248648CA}