HEIM
19.06.2017

Har sum gestablídni er, sita einglar til borðs

Røða, sum Sverri Justinussen helt á midnáttarsamkomu á Eystanstevnu leygarkvøldið 17. juni 2017

Gott stevnufólk, bæði gestir og herbúgvandi,

Tað man vera hent eitt mentalt skamlop í fyrisitingini - á Kunningarstovuni hjá Runavíkar Kommunu. Ella kanska eru bara ikki fleiri bollar í suppuni. Hesin pallur hevur søguliga verið ognin hjá politisku og geistligu elituni. Men nú er man eftir øllum at døma komin allar sólarringin runt. Tað eru ikki fleiri skot eftir í byrsuni. Man hevur tikið ta óvanligu avgerð at fara niður á gólvið at leita. Fram er grivin ein gemenur røktingarmaður innan av Glyvrum, sum er komin í ellisins ungdómsár. Guð viti, hvussu hetta fer at spæla av. Oyruni eru ivaleyst trivalig hjá nógvum. Ikki minst hjá “chief commander” á býráðsskrivstovuni og hjá kammiratarínum hjá undirritaða, hvørs størsta frítíðarítriv er at smíða søgur.

Tað gongur við rúkandi ferð í Føroyum. Hjólini mala skjótari enn nakrantíð. Arbeiði er til øll, ið tíma at seta føturnar undir seg á morgni. Bruttotjóðarúrtøkan er hækkað 6-8% seinastu nógvu árini. Okkara útflutningsvirði hevur ongantíð verið hægri. Vælferðin máld pr. íbúgva hevur yvirhálað móðir Danmark, og vit eru farin uppum 50 túsund íbúgvar. Føroyingar velja aftur Føroyar til.

Høvuðsmotorurin til stóru framgongdina er vinnuligi kraftdepulin í okkara nærumhvørvi og í Eysturoynni sum heild, umframt teir búskaparligu ringvirkningarnir, ið hetta hevur skapt. Ongantíð áður eru so stórar vinnuligar íløgur framdar í nærumhvørvinum sum seinastu árini, og ongantíð hevur virksemið við okkara kaiøkir verið so stórt. Hetta eru fyritreytirnar fyri framhaldandi framburði og kappingarføri, og fyrsta fyritreyt fyri trivnaði í kommununi.

Men tað er vandi í hvørjari vælferð, sigst. Almenni sektorurin bólgnar upp. Sjálvt, um man nú hevur kvinkað seg upp um nullið á fíggjarlógini, so skuldi yvirskotið verið væl størri í slíkum tíðum. Og eg eri bangin fyri, at vit eru við at framala eitt ættarlið av sokallaðum “takers”, ið onkursvegna halda, at vælferð og peningur eru bara nakað sum flykrar niður av himli. Eitt ættarlið, ið við størri ella minni øvundarkenslu definerar sítt egna “well-being” eftir vælferðini hjá nábúgvanum. Man tyrpist rundanum “Kafe Sirkus” í Havnini, avtaglaður við ringum hist og her. Man blakar stakkals livandi hummarar “into freedom” undir stórum seremoniellum umstøðum niðri í Vágsbotni. Man skilur ikki, at vit framvegis drepa grind, og nú er man so “Gud hjálpi tú mær” eisini ímóti eini møguligari oljuvinnu í Føroyum. Eitt ættarlið, sum livir í eini veruleikafjarari boblu, og sum ikki skilur, at alt er ikki bara dansur og spæl, og at øll ikki bara kunnu ganga runt og klippa hvørjum øðrum.

Tíbetur finnast andstøðingar til hetta modernaða rák. Individir hvørs genetikkur og persónsmenska ikki passa til tíðarinnar rák. Las við gleði nú ein dagin, at ein persónur her úr kommununi – er hann nevndur, so er hann kendur – á facebook søkti eftir einum gomlum vadmals arbeiðskoti, og sami persónur er nú vorðin so sintur av ymisku motiónstilboðunum, sum ung og vaksin valfarta til, at hann er komin við einum alternativi. Hann skilur ikki hetta sum eitur “Burn”. Hann skilur ikki, at vaksnir menn og kvinnur brúka nógvan pening og tíma eftir tíma uppá at standa við eini sleggju og sláa niður í eitt dekk, við tí endamáli, at síggja eitt sindur bulmiklari og kimiligari út. Alternativið, hann bjóðaði fólki, var at bera pelar, hegn og kunsttøð yvir dalar og fjøll ókeypis. Men tað sigst, at móti býttleika stríðast sjálvt guðarnir til fánýtis. Ongin meldaði seg til.

Eystanstevnan hevur sín uppruna fyrst í 60´unum, tá kappróðurin í okkara øki tók seg upp. Tær fáu summarstevnurnar, sum tá vóru í Føroyum, gleddu bæði ung og gomul seg til. Her hittust ítróttarfólk til kappingar, og her hittust ungdómurin og vaksin í veitslulagi um kvøldarnar. Fólk fóru á gátt hjá hvørjum øðrum, og vanliga fekk ítróttarfólkið innivist og blíðskap hjá bygdafólkinum. Gloymi ongantíð, tá eitt oldboyslið í hondbólti, hjá eiðismonnum, kom at taka dystin upp við eitt oldboyslið hjá NSÍ, einaferð fyrst í 80´unum - á plenununi omanfyri Glyvra skúla. Dystirnir teirra millum høvdu verið nógvir og dramatiskir á yngri døgum. Hans Egil og kompaní. Minnist, at allir vórðu bodnir oman á gólvið hjá Jørgen bónda í Heimistovu aftaná dystin til ein betri bita og kanska okkurt at svala ganan við. Har bleiv reypað, flent og tosað um gamlar dagar. Hóast strævnan gerandisdag, so gav man sær stundir at liva slíkar løtur, og gestablídnið var sett í hásætið hesar dagar. Má citera ein stórfilosof úr Elduvík, ið sigur, “at har sum gestablídni er, sita einglar til borðs”.

Eg minnist eisini so týðiliga eitt árið, eg sjálvan stevnudagin kom heim úr Danmark. Eg gleddi meg sum vera man nógv at síggja familju og vinir aftur. Stevnukvøldið fóru vit feðgarnir báðir til stroks. Gamli var ikki vaksin upp í einum ættarliði, har festivalar og dansur var hvørt vikuskifti. Í hansara ungdómstíð høvdu tey bara jólini, nýggjárið, føstilávint og kanska onkra summarstevnu og okkurt hendinga brúdleyp. Lagið var sum vera man gott, og seinni um kvøldið skiltust okkara vegir. Eg fór millum hin ungdómin, og hann helt leiðina innar í Hæddina at dansa føroyskan dans.

Tá eg einaferð út á náttina komi til húsa, fór eg innar í stovuna. Har sá eg eina heldur sjáldsama sjón. Rundan um klaverstólin stóðu tríggir stólar og gánaðu einsamallir. Spurdi gamla morgunin eftir, um nakar hevði verið á gátt. Jú, hann hevði møtt Rommarunum í føroyska dansinum. Hesar úrmælingar, ið hann helt so avbera nógv. Fyri at vísa teimum ta tign og virðing, ið teir høvdu uppiborið, hevði hann eftir dansin bjóðað teimum inn á Glyvrar, til eitt hugnaligt prát og ivaleyst ein svelg. Lagið var somikið gott, at hann settist við klaviaturi at spæla fyri teimum, og teir so tolnir í ein ring rundan um hann. Hann var ikki nakar virtuosur við sínum slitnu arbeiðshondum, so neyvan hevur tað verið nøkur klaverkonsert hjá Tchaikovsky, hann hevur luggað teimum við hesa náttina, men helst okkurt hissini lag úr Føroya Fólks sangbók. Men tað var tankin, samveran, virðingin og løtan, sum var avgerandi.

Tíverri mugu vit bara ásanna, at okkara góðu gomlu summarstevnur gráta sáran. Tær eru hoknaðar undir kappingini við tónleikafestivalar, bátafestivalar, eplafestivalar, bindifestivalar, kampingfestivalar, og “you name it”. Tað fer ikki eitt vikuskifti afturum, uttan at okkurt er. Gunnar Dahl Olsen, sáli, segði einaferð, “at lívið verður fátækt, tá onki longur er forkunnugt”. Rætt hevði hann ivaleyst í tí.

Gløgt er gestsins eyga verður sagt. Í setanarrøðuni í gjárkvøldið hugleiddi høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Anders Gerber, um ymisk viðurskifti í kommununi sæð við gestsins eyga. Millum annað var hann ovfarin av frágera góðu umstøðununum, vit hava runt og umkring stevnuøkið her úti, sæð í mun til, hvussu fáment vit hóast alt eru. Vit kunnu ikki annað enn geva honum rætt. Vit hava skúlan við Løkin. Vit hava Bylgjuna og fótbóltsvøllin. Vit hava kanska ríkasta vinnulív í landinum. Men vit hava ikki festivalar av ymiskum slag. Vit hava bara Eystanstevnuna. Týdningurin av sosiala felagskapinum í eini kommunu, umframt eitt virkið vinnulív, má ikki undirmetast. Men tað finnast so nógvir ymiskir sosialir felagskapir. Tað er sosiali felagskapurin kring ítróttina. Tað eru andaligir sosialir felagsskapir. Men felagsskapurin kring tímilig viðurskifti hevur eisini ovurstóran týdning fyri trivnaðin í kommununi. Latum okkum tí øll standa saman um Eystanstevnuna og løtur sum hesa. Vit hava nógvar eldsálir, ið slóða fyri, men uttan undirtøku frá hvørjum einstøkum av okkum, verður alt til fánýtis.

Nú er farið av miðnátt. Kendi írski rithøvundurin og skaldið Oscar Wilde segði einaferð, at “summi spreiða gleði allastaðni har tey koma, onnur tá tey fara”. Lat okkum leggja hesi orð okkum væl í geyma. Njótið løtuna. Náttin er ung.

Góða Eystanstevnu