HEIM
12.11.2008

Hans Jákup Johannesen valdur við lutakasti

Hans Jákup Lamhauge, borgarstjóri ynskir Hans Jákupi Johannesen, nývaldum býráðslimi til lukku, eftir at hann vann lutakstið við Bárð Kass Nielsen. - Á kommunuvalinum í gjár fekk listi B trý umboð vald, men avgerðin um tann síðsta mátti verða tikin við lutaksti, sum fór fram í Býráðssalinum, eftir at fínteljingin ikki broytti úrslitið. Hans Jákup Johannesen vann lutakastið, og Bárður Kass Nielsen varð sostatt ikki valdur.