HEIM
25.03.2013

Hans Jákup Johannesen er ársins íverkseti

Fríggjadagin 22. mars varð skálamaðurin Hans Jákup Johannesen av løgmanni avdúkaður sum "Ársins íverkseti". Heiðurin fær hann fyri at stovna og reka fyritøkuna Faroe Offshore Service, faroeoffshore.com

Felagið er stovnað á heysti 2010, og tá felagið 2 ár seinni, í september í 2012, flutti í egin høli, skrivaði Oljuportalurin soleiðis:

Enn ein nýggjur spíri í oljuvinnuni er so Faroe Offshore Service á Skála. Seinastu tvey árini hevur fyritøkan á Skála gjørt stóran mun. Hóast Hans Jákup Johannesen hevur verið nærum einsamallur at reka fyritøkuna, so hevur Faroe Offshore Service førleikament og leigað út hundraðtals føroyskar handverkarar til norsku oljuvinnuna. Og so mikið væl hevur gingist í hond, at Hans Jákup og hansara hjálparfólk herfyri kundu flyta inn í nýggj væla høli í Møttilsgili á Skála.

Hans Jákup sat undanfarna valskeið í Runavíkar býráð.