HEIM
15.08.2017

Hallartímar í ítróttarhøllini í Bylgjuni 2017/18

Hallartímar í Bylgjuni fyri komandi vetur verða ásettir í næstum. Tímar verða eins og undanfarin ár settir av til privata leigu, har møguleiki er at leiga ítróttarhøllina í Bylgjuni fastan tíma um vikuna, eitt nú til innandura fótbólt.
Umsókn um leigu av hallartíma skal sendast til bylgjan@runavik.fo, við navngivnum ábyrgdarpersóni og kontaktupplýsingum. Freistin at søkja er fríggjadagin 25. august 2017.

Fastir tímar verða leigaðir út frá 1. september at rokna.