HEIM
02.09.2019

Halbjørg

Skála kommuna skipaði seg við tannlæknastovu og tannlækna longu hin 20. oktober 1975. Seinri hava Skála og Runavíkar kommunur lagt saman í eina kommunu, saman við fleri øðrum kommunum, nøkur fá ár eftir at vit vóru komin fram í hesa øldina. Aðrar kommunur hava hesi árini keypt sær tænastu í tannrøkt frá tannlæknastovuni á Skála.

Vestmenningurin Aksel Dam Jacobsen var fyrsti tannlæknin, og virkaði hann øll síni arbeiðsár á Skála. Eitt skifti var Halldis á Grønastøð í starvinum og núverandi tannlæknin eitur Eyðna Østergaard.

Í dag vitjaði borgarstjórin á tannlæknastovuni í sambandi við at Halbjørg Zachariasen, sum er slektað av Skála, hevur verið í starvi sum klinikkassistentur í 40 ár. Hon var avlærd sum assistentur í Føroyum.

Hon ynskti onki hóvasták gjørt burturúr degnum, kortini fekk hon handaðar blómur og afturvið einum millummála greiddu tær báðar Halbjørg og Jonnhild Reynoldsdóttir, sum hevur verið klinikkassistentur á tannlæknastovuni í væl fleiri enn tríati ár, frá virkistíð teirra. Prátið gekk væl, ikki minst tí at borgarstjórin í mong ár hevði Aksel sum tannlækna, og harvið hevur verið ein afturvendandi gestur í stólinum á Skála soleingi vestmenningurin, sum er farin frá fyri aldur, røkti starvið.