HEIM
05.01.2017

Haifaa í Løkshøll

Tann sýriski sorgarleikurin - Haifaa Awad um kríggið í Sýria

Tað hevur eydnast bituff at fáa sýriska læknan Haifaa Awad til Føroya á vitjan. Hesaferð eru ørindi hennara, at greiða frá sínum upplivingum, tá hon arbeiddi á sjúkrahúsi í Sýria undir áhaldandi borgarakrígnum. Haifaa er 30 ára gomul og hevur livað ein stóran part av lívinum í Danmark, har hon eisini hevur lisið til lækna. Eitt tíðarskeið arbeiddi hon á landsjúkrahúsinum, og kennir tí væl Føroyar. Í Danmark er Haifaa Awad kend frá sínum livandi frásagnum um Sýria, og stríðnum fyri frælsi hjá sýriska fólkinum. Umframt at greiða frá sínum upplivingum í Sýria, fer Haifaa at tosa um orsøkina til borgarakríggi, og um hvussu kríggið hevur ávirkað fólkið í landinum. Eisini fer hon at tosa um hvat tað er, sum ger at ungir evropearar ynskja at luttaka í borgarakrígnum í Sýria, og um hvussu vit best innlima flóttafólk í norðurlendsku londini. Haifaa fer at enda at hugleiða um framtíðarútlit hjá Sýria og sýriska fólkinum. Temakvøldið, sum bituff skipar fyri, verður hildið í Østrøm í Tórshavn fríggjakvøldið 17. februar og í Løkshøll í Runavík leygarkvøldið 18. februar.

Heini í Skorðini fer at leiða bæði kvøldini, greiða frá um Sýria og hava samrøðu við Haifaa aftaná fyrilesturin. Tiltøkini byrja kl. 19.30 og enda kl. 22.00 Atgongumerki til Haifaa í Østrøm 17. februar fáast á Kunningarstovuni í Tórshavn og til Haifaa í Løkshøll 18. februar kunnu keypast á www.loksholl.fo og á Kunningarstovuni í Saltangará.