HEIM
06.11.2018

Hagvarp

Hagstova Føroya hevur gjørt Runavíkar kommunu eitt sonevnt Hagvarp.

Hagvarpið sæst við at trýsta á hesa leinkjuna Hagvarpið fyri Runavíkar kommunu

Í Hagvarpinum verða ymisk dagførd lyklatøl fyri Runavíkar kommunu, so sum fólkatal, til- og fráflyting, burðaravlop, arbeiðsloysi, lønargjaldingar, løntakarar og tal av skúlanæmingum, innlisin úr skipanum hjá Hagstovuni.

Hapvarpið gevur eitt gott innlit í samfelagsgongdina á ymiskum økjum og kann t.d. nýtast í kunningar- og undirvísingarhøpi.