HEIM
31.10.2017

Hækkaður barnafrádráttur og ongin nýggj skuldarbinding

Tíðindaskriv frá Runavíkar býráði um fíggjarætlanina 2018:

Barnafrádrátturin hækkar við 1.500 krónum fyri barnið, kommunan ætlar ikki at læna pening í 2018, skuldin er komin niður á 64% av einari álíkning og skattaprosentið stendur í stað. Hetta er partur av tí, sum Runavíkar býráð hevur samtykt, nú onnur og endalig viðgerð var av fíggjarætlanini fyri árið 2018 - á býráðsfundinum í kvøld. Eitt samfelt býráð tók undir við fíggjarætlanini fyri næsta fíggjarár.

Táið tað snýr seg um stórar íløgur, er kommunan í ferð við at byggja nýggja bryggju undir Høgabóli í Saltangará. Táið alt er liðugt hevur hon kostað Runavíkar kommunu/havn báðumegin við 45 milliónir krónur. Hon verður liðug tíðliga í árinum sum kemur, og arbeiðið hevur gingið væl betri enn væntað og ætlað. Fyrireikingar eru byrjaðar til at fremja næstu stóru íløguna, sum kann verða ein svimjingarhøll. Enn er hon bara í umbúna, men verður politiska stigið tikið, væntast hon at vera liðug og kunna takast í nýtslu í 2020/2021. Spillivatnsætlanin heldur fram við árligari játtan, hagartil komið er á mál í øllum 15 bygdunum í kommununi. Nýggju FIFA-krøvini til ljós við fótbóltsvallirnar er lutfalsliga stór íløga, og ætlanin er at fáa hesi til vega í Runavík í 2017 og á Skála í 2018, og onnur nýggj íløga er, at ein lutfalsliga trivalig upphædd nú verður sett av til at fara undir at skipa ungdóms- og aktivitetshús í kommununi.

Eitt meginmál hjá Runavíkar kommunu er at fáa til vega grundøki. Virkað verður av øllum alvi við hesum. Grundøkir eru longu til sølu í flestu bygdum, men farið verður nú í gongd við at fremja útstykkingar omanfyri Blikagøtu í Saltangará/Runavík, har rúm verður fyri áleið 85 búeindum, og sunnanfyri Hórheiðar á Skála verður eisini farið at stykkja út í næstum, har verður rúm fyri áleið 12 búeindum. Umframt hetta er útstykkingin av 13 grundøkjum ímillum Norðurhædd og Hjallaveg í Saltangará júst liðug, og hesi verða nú seld.

Fíggjarkarmurin er 203.500.000 krónur.

Roknað verður við, at inntøkurnar av persónsskatti verða 148.500.000 krónur. Av felagsskatti 23.000.000 krónur og av eftirlønarskatti 32.000.000 krónur.

Roknað verður við, at raksturin kostar 148.850.000 krónur. At fíggjarkostnaðurin verður 13.500.000 krónur og at íløgur verða gjørdar fyri 41.150.000 krónur.

Býráðið hevur valt at reka kommununa í 2018 innanvert eginfíggingina soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í 2018. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, men kommunan ætlar heldur ikki at læna til íløgur í árinum sum kemur.

Raksturin verður skipaður soleiðis:

Kommunal fyrisiting14.727.000 kr.
Almannamál (eldraøkið incl.)54.816.000 kr.
Børn og ung30.028.000 kr.
Undirvísing13.987.000 kr.
Mentamál11.104.000 kr.
Teknisk mál16.975.000 kr.
Kommunal virki6.863.000 kr.

Havnirnar í Runavíkar kommunu (vanliga róptar Runavíkar havn) eru partar av kommunalum virkjum og væntast at geva 5.000.000 krónur í yvirskoti fyri árið 2018.

Íløgur, 41.150.000 krónur, eru samtyktar at verða framdar soleiðis í 2018:

Bryggjan undir Høgabóli/keyp av gróti16.000.000 kr.
Heilsudepilin í Runavík305.000 kr.
Svimjingarhøll1.800.000 kr.
Stadionljós á Skála1.800.000 kr.
Gøtan um Innara (Tofta)Vatn150.000 kr.
Kráargil800.000 kr.
Spillivatn (Søldarfjørður og Saltangará)4.000.000 kr.
Skýlið við Løkin500.000 kr.
Sparkivøllur á Skála500.000 kr.
Kirkjugarðar1.000.000 kr.
Søgan um Runavíkar kommunu410.000 kr.
Ungdómshús- og aktivitetshús800.000 kr.
Vatn í Æðuvík900.000 kr.
Skákið og Lítlagøta á Skála700.000 kr.
Økið omanfyri gamla skúla í Oyndarfirði150.000 kr.
Fjøruvegurin700.000 kr.
Bátahylurin Niðri við Støð á Glyvrum200.000 kr.
Leitisvegur235.000 kr.
Parkeringsøki á Skála235.000 kr.
Økið kring um vøllin í Runavík300.000 kr.
Útstykkingar (+/-)6.800.000 kr.
KT-íløga í skúlunum500.000 kr.
Kumlá65.000 kr.
Vatnleiðing Heiðavegur800.000 kr.
Miðbýarætlan400.000 kr.
Umvælingar BA-stovnar1.100.000 kr.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri
Runavíkar kommuna