HEIM
29.06.2010

H.H. Drotning Margretha og H.K.H. Henrik Prinsur vitja í Runavík

Klokkan 15:30 kom kongaskipið Dannebrog á Runavík, har býráðið tók ímóti og Nes Sóknar Musikkfelag spældi: »Tá ið teir sóu landið« og »Einki er sum summarkvøld við strendur«.

Tá Drotningahjúnini vóru liðug at heilsa uppá býráðið, fóru tey framvið fólkunum og heilsaðu uppá.
Nógv fólk vóru komin at taka ímóti og heiðra H.H. Drotning Margrethu og H.K.H. Prins Henrik í tí góða veðrinum.
Eisini fekk H.H. Drotning Margretha nøkur vøkur blómutyssir frá børnunum.

Sí myndarøð...

Myndarøð: {DE8737D2-417B-494F-A7EE-00F960FC4E06}