HEIM
14.11.2018

Gula smiðjan

Nú er væl fráliðið síðani Runavíkar kommuna ognaði sær gamla bygningin hjá Runavíkar Mekaniska Verkstaði. Vanliga róptur Gula smiðjan. Tað hevur frá fyrsta degi ligið í kortunum, at Smiðjan skuldi nýtast til eitthvørt kveikjandi almenninginum til gagns. Í stóran mun hevur verið hugsað um eitt fleirrásahús, har ungdómurin kann hittast og virka í felag. Rúm hevur ikki verið fyri at raðfesta bygningin fyrrenn í fjør og aftur í ár og í miðbýarætlanini, sum var løgd fram á almennum fundi í Løkshøll fyri kortum, fekst sjón fyri søgn, at Gulan smiðjan er ein týðandi partur av ætlanini. Eisini tí hevur býráðið í hyggju at játta pening til ætlanina í 2019.

Í fyrsta lagi snýr tað seg um at tryggja bygningin uttan. Grivið er niður á hellu omanfyri, vindeyguni verða skift og í dag skrivaðu byggifelagið hjá Ólavi Langgaard og borgarstjórin undir sáttmála um at tekja eldra bygningin av nýggjum og arbeiðið er longu byrjað.

Kommunan eigur eisini matrikulin norðan fyri Gulu smiðjuna - og tað veksur um møguleikarnar í økinum. Í løtuni verður roynt at finna fram til hvussu húsið skal lagast til innandura, fyri at ganga so nógvum virksemi sum gjørligt á møti. Stórur tørvur er á einum savningarstaði sum hesum í býnum og kommununi.