HEIM
03.07.2014

Gul innrás í Runavík

Klokkan eitt í dag tók Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu ímóti einum væl uppløgdum liði av súkklarum. Gestirnir vóru Team Rynkeby, sum í dag eru byrjað sína ferð úr Føroyum til Paris í Fraklandi. Tey steðgaðu á eina løtu og fingu frukt, vatn og drekkamunn inni í býráðssalinum. Væl av fólki var møtt upp, m.a. barnagarðsbørn, sum fyltu væl upp og gjørdu løtuna lætta og góða. Jóannes S. Hansen sæt enn einaferð við tangentarnar og legði eina hugnaliga ljóðmynd undir tiltakið. Borgarstjórin nýtti høvið at bera nøkur orð fram. Hann takkaði fyri vitjanina og rósti súkklarunum fyri teirra ágrýtni og áhaldni. Mest av øllum vildi hann takka teimum fyri tí søk, sum tey súkkla fyri. Team Rynkeby er eitt altjóða súkklulið við vælgerandi endamáli, sum hvørt ár súkklar til Paris, fyri at savna pening inn til børn við krabbameini og teirra familjur. Í hesum sambandi handaði borgarstjórin føroyska Team Rynkeby eina peningagávu á kr 5.000,- frá Runavíkar kommunu.

Eftir ein góðan hálvan tíma steðg í Runavík settust súklararnir aftur á súklurnar. Nú gekk leiðin ímóti Oyrarbakka har næsti steðgur skuldi vera. Klokkan 17.15 í dag verður móttøka í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum í Havn, har øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa súkkluliðnum góða ferð til Paris. Seinni í kvøld fer súkkluliðið við Norrønu móti Danmark.

Runavíkar kommuna ynskir teimum góða ferð.

Myndarøð: {2C24CA95-D200-43A3-ADDE-D92C5B320F04}