HEIM
28.03.2018

Grótflutningur

Eftir drúgvar samráðingar skrivaðu Stein Olvur Petersen, stjóri fyri Pf. J & K Petersen Contractors, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, undir sáttmála um flutning av gróti úr Eysturoyartunlinum. 409.000 rúmmetrar av gróti skulu tað næsta árið flytast av Strondum til ymisk støð í Runavíkar kommunu.

Málið er ikki nýtt. Beinanvegin sum tunnilin var komin í eygað, kom samskifti í lag millum kommunurnar við Skálafjørðin og Pf. Eysturoyar- og Sandoyartunlar. Støða skuldi takast til fleiri mál, og eitt av hesum var, hvussu stóra grótrúgvan, sum kom upp eysturoyarmegin, skuldi býtast ímillum Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommunu. Lógin um tunlarnar varð samtykt á Føroya løgtingi hin 14. apríl 2014 og í januar mánaði 2017 var endaliga avrátt, at býtið skuldi vera: Sjóvar kommuna 20%, Runavíkar kommuna 58% og Nes kommuna 22%. 12. januar skrivaðu Teitur Samuelsen, stjóri, Bergur Poulsen, nevndarformaður, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir sáttmála, sum hevði við sær, at Runavíkar kommuna skuldi taka ímóti omanfyrinevndu nøgd av gróti frá tunnilsfelagnum. Býráðið tók longu hin 26. januar einmælt undir við avtaluni, sum var undirskrivað við tí fyrivarni, at býráðið tók undir við henni.

Avtalan við J & K hevur verið búgvin til undirritingar í eina tíð, men nú nærkaðist flutningurin somikið, at gjørt var av at skriva undir fyri páskir. Uppskotið til sáttmála var fyri á býráðsfundi hin 22. februar, og tað var eitt einmælt býráð, sum tók undir við henni.

Pf. J & K Petersen Contractors eru ikki ókendir í farvatninum. Teir hava í eina tíð flutt grót úr tunlinum – av Strondum - yvir í Rókina, har ein rundkoyring skal gerast uttanfyri tunnilsmunnan á sjálvum markinum ímillum Nes- og Runavíkar kommunu. Felagið eigur tvey skip, sum eru serútgjørd til at flyta grót – Ragnhild og Siri – somu skipini sum flyta grót av Glyvursnesi til útbyggingina av Tórshavnar havn. Hitt fyrra lastar 350 rúmmetrar av leysum gróti og hitt seinni nevnda 240 rúmmetrar.

Onkur umhvørvisgóðkenning er komin í lag, meðan onkur onnur verður tøk í næstum. Harvið kann flutningurin byrjað.

Runavíkar kommuna hevur samráðst saman við Nes kommunu um sáttmálarnar, sum eru javnlíkir, og hendan siglingin fer at halda fram nakað væl út á várið 2019.