HEIM
13.01.2017

Grót úr Tangafjarðarsmoguni

Síðani partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar varð skipað við nevnd, stjóra og skrivstovu, hava tríggjar av kommununum við Skálafjørðin verið í samráðingum við felagið, um hvussu grótið úr smoguni skal fáast til høldar í Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommunu. Umframt grótið, ið skal brúkast sum fylla við munnarnar í Sevlendisbønum og í Rókini, skulu áleið 409 túsund pf-rúmmetrar av grótið býtast ímillum kommunurnar eftir hesum lykli: 20% til Sjóvar kommunu, 22% til Nes kommunu og 58% til Runavíkar kommunu.

Fyrsta dagin verður klárt at skjóta fyrsta skotið fyri smoguni á Strondum, og tí var fundur hildin í býráðssalinum á Toftum ígjár, fyri at fáa avtalurnar um grótið endaliga undir land. Hetta snýr seg um tann partin, ið skal siglast yvir um fjørðin. Jóhannus Danielsen og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjórar, skrivaðu undir sáttmálarnar, sum gjørdir eru ímillum Nes kommunu og Pf. EST og Runavíkar kommunu og Pf. EST. Teitur Samuelsen, stjóri, og Bergur Poulsen, nevndarformaður, skrivaðu undir fyri tunnilsfelagið. Einar Brimnes, verkfrøðingur, luttók eisini á fundinum fyri felagið.

Avtalan ímillum Pf. Eystur- og Sandoyartunlar og Runavíkar kommunu er undirritað við tí fyrivarni, at Runavíkar býráð tekur undir við sáttmálanum, sum ætlandi verður á skrá á fyrstkomandi býráðsfundi. Annars hevur Runavíkar kommuna fingið øll myndugleika- og umhvørvisloyvir í lag, til tað at herberga grótinum, ið fellur í hennara part av tí, sum kemur út úr Tangafjarðarsmoguni eysturoyarmegin.