HEIM
27.07.2012

Grønlendsk vitjan

Grønlendski landsstýrismaðurin í innlendismálum, Anthon Fredriksen, konan Margrethe Frederiksen við fylgi vóru á vitjan í Runavíkar kommunu. Fyrst varð farið á Bakkafrost, har Regin Jacobsen, stjóri greiddi frá virkinum og vísti gestunum runt. Aftaná varð vitjað í Skúlan við Løkin, har Ingvard Lamhauge, varaskúlastjóri greiddi frá. Síðan varð vitjað á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, har Kristbjørg Toftegaard vísti runt áðrenn endað varð við einum góðum døgurða á heiminum, har kommunan var vertur.