HEIM
01.06.2017

Grønlendingar vitja

Runavíkar kommuna var í mong ár vinarkommuna við Uummannaq kommunu í Grønlandi. Eftir stóru kommunalu bygnaðarbroytingarnar í Grønlandi fyri nøkrum árum síðani, gjørdist hon partur av Qaasuitsup Kommunu, sum landafrøðiliga man vera heimsins størsta kommuna – hon er í víddarmáti líka stór sum alt Frakland. Kortini búleikast bara góð 27 túsund fólk í Qaasuitsup Kommunu.

Týsdagin vitjaðu umboð fyri hesa kommunu Runavíkar kommunu og smiðjuna Univice og flakavirkið Faroe Origin. Tað er alt oftari at fólk koma uttanlendis higar í økið í ørindunum at skoða ítróttarfasilitetirnar – serliga Bylgjuna, sum er ein samanbygging av fimleika- og ítróttarhøll. Mentanarleiðarin Sivso Dorph var sera hugtikin av tí sum hann sá, og helt fyri, at hetta var ein unikk miðsavning av ítróttinum í økinum, og hann lá ikki omaná, at ein svmjihøll afturat tí verandi gjørdi tað bara uppaftur nógv meiri dragandi fyri ung og eldri at koma til økið.

Hans Peter Lennert er leiðari fyri vinnudeildini hjá Qaasuitsup Kommunu. Hann ynskti at vitja Univice, sum hevur smíða fleiri glastrevjabátar til útróður í Grønlandi, serliga til svartkalvaveiði á teimum norðaru leiðunum. Seinri vitjaðu vit flakavirkið Faroe Origin, har Jens Pauli Petersen og Ingi Hansen frá flakavirkinum og útgerðarfelagnum greiddu frá virkinum og Tórheðin Jensen greiddi frá uppsjóvarsamtakinum Varðanum í Gøtu.

Teir vitjaðu onnur støð í landinum, eitt nú gjørdu teir eitt rend norður til Hanus Hansen í Kjølbro fyritøkuni í Klaksvík. Teir fóru av landinum aftur í gjár.