HEIM
02.03.2015

Grindaskeið í Løkshøll 2. mars kl. 19

Í kvøld kl. 19, verður skipað fyri grindaskeiði í Løkshøll, við undirvísing í brúki av mønustingara.

Skeiðið er ókeypis og ikki er neyðugt við tilmelding.

Grindaskeið
§ 18 Frá 1. mai 2015 er tað bert loyvt at avlíva hval, um tann, sum avlívar hval hevur luttikið á skeiði, har hann fær kunning og upplæring um grindareiðskap, drápsháttin, deyðseyðkenni og lóggávuna um hvalaveiðu.
Stk. 2. Skeiðið skal innihalda eina ástøðiliga frálæru á minst 2 tímar. Landsstýrismaðurin góðkennir frálærutilfarið.
Stk. 3. Sýslumaðurin skipar fyri, at skeið verða hildin, og sýslumaðurin útflýggjar prógv fyri luttøku á skeiðinum.

EksternLeinkja1: http://www.fisk.fo/kunning/tidindi/grindaskeid/