HEIM
30.10.2017

Grindapartar til borgarar í Runavíkar kommunu

Heimapartar frá grindini úr Skálafirði, verður latin øllum húsarhaldum í bygdunum: Æðuvík, Rituvík, Lamba, Søldarfirði, Skipanesi, Funningsfirði, Elduvík og Funningi.

Skorðið verður upp í bygdunum.

Lýst verður á nærri á heimasíðuni nær heimapartarnir kunnu heintast.

Runavíkar kommuna