HEIM
31.05.2017

Grindaformenn hittast

Bygdin Skálafjørður er fyribils góðkend sum hvalvág. Jacob Vestergaard er sýslumaður fyri Eysturoy, og hann hevur eftir tilráðing gjørt av, at Jógvan Christiansen, Skála, Regin Borðoy, Skálafjørður, Ludvík við Stein, Glyvrar og Jón Nónklett, Saltangará, eru grindaformenn á hvalvánni, og at teir báðir Tummas Petur Thomassen, Runavík og Heri Petersen, Tórshavn (Skálafjørður) eru varagrindaformenn.

Ídag var fundur hildin á Havnarskrivstovuni í Runavík, har borgarstjórin og havnarmeistarin í Runavík møttu saman við grindaformonnunum og sýslumanninum. Tosað var um mannagongdir og átøk, í samband við, at tað nú ber til at halda grind til í Skálafirði. Øll útgerðin til hvalvágina í Funningsfirði er í varðveitslu í kjallaranum á Havnarskrivstovuni, og væntandi verður sama útgerð brúkt, táið fyrsta grindin leggur beinini í Skálafirði.

Semja var um at virka fyri neyvum mannagongdum, og at halda ein ástaðarfund í Skálafirði sum skjótast. Tað lá ikki fyri hjá Hera Petersen at taka lut á fundinum, hann hevur helst verið hin ídnasti fyri at fremja málið, at Skálafjørður skuldi gerast hvalvág, tí er hann ikki við á myndini.