HEIM
29.08.2017

Grind Norðan úr Sundum

Eftir at hava prátað saman í drápinum í Skálafirði fyri kortum, komu borgarstjórin í Runavíkar kommunu og sýslumaðurin í Klakksvík ásamt um, at var hildið, at tørvurin fyribils var nøktaður í Norðoyggjum, skuldi tað bera til at lata Runavíkar kommunu so nógvan hval sum til bar úr einum drápi norðanfyri.

Ímorgun vóru grindaboð í Svínoyarfirði. Sýslumaðurin Karl Johansen spurdi um áhugi framvegis var fyri at fáa partar av henni, legði hon beinini, og svarið var sjálvandi játtandi.

Grindin var lítil, og áleið 30 hvalir koma hendanvegin. Góð 200 skinn.

Hetta er alt ov lítið at býta sundur ímillum 4 túsund íbúgvar, tí hevur borgarstjórin tikið avgerð um, at bygdirnar Skála, Skálafjørður og Oyndarfjørður fáa grindina hesaferð. Flutningsbilar eru farnir norður eftir hvalunum, og teir verða fluttir út á havnarøkið á Skála. Har verða teir merktir og skornir upp - og haðani verður parturin til Oyndarfjarðar fluttur norður til bygdina.

Tey, ið kundu hugsa sær at hjálpt til við at skera upp, kunnu liggja framvið á bryggjuøkinum á Skála. Tess fleiri hendur – tað skjótari fæst tvøstið og spikið til høldar. Annars verður grindin býtt eftir grindalistunum fyri bygdirnar.

Táið tað aftur fer at bera til at fáa grind til økið, verður hon býtt til aðrar bygdir í kommununi.