HEIM
28.10.2015

Grein um Runavíkar kommunu í Green Growth webmagazine

Í samband við luttøkuna hjá Runavíkar kommunu í Nordic Built Cities kappingini, er fylgjandi grein skriva um avbjóðingina hjá Runavíkar kommunu og avbjóðingarnar hjá hinum norðanlondunum.

Kappingin hevur til høvuðsendamál at skapa samstarv tvørturum landamørk í norðanlondum og at menna export frá norðurlendskum fyritøkum.

5. nov. verður matchmaking tiltak í Stockholm og er hetta høvi hjá Føroyskum fyritøkum at skapa samstarv við aðrar norðurlendskar fyritøkur. Nordic Built Cities gevur ferðastuðul á 3000 NOK til luttakarar úr Føroyum.

Avbjóðingin hjá Runavíkar kommunu er, hvussu kunnu vit byggja nýskapandi og burðardygg íbúðarøki í brattlendi.