HEIM
17.03.2017

Grækarismessurøðan

Selinda í Heiðunum

Eg vil byrja hesa røðu við at takka skótunum fyri, at tit so trúliga savna okkum at hátíðarhalda Grækarismessu.

Eisini vil eg takka fyri tað álit, ið mær er sýnt. Tað er mær ein stórur heiður at flyta fram røðu her í dag.

Sum barn minnist eg, tá ið eg gekk í skúla í Rituvík.

Skúlin lá fram við Stórá, har ið vit mangan spældu. Í skúlanum lærdu vit at syngja fleirræddað og kanon. Jákup Lamhauge, sáli, legði okkum lag á og sjálvandi sungu vit vársangir hesa ársins tíð.

Vit gleddu okkum til Grækarismessu. Allir næmingarnir vórðu samlaðir, og vit fóru oman í fjøruna at vita, um vit sóu nakað tjaldur. Har sungu vit sangirnar sum vit høvdu lært í skúlanum.

Eisini sungu vit orðini hjá Jákupi Dahl:

"Tjaldur ver vælkomið til okkum heim, Frá ókendum fjarskotnum londum! Tú bert okkum boð um ein ljósari dag, At nú er brátt summar í hondum."

Eg fór úr Heiðunum yvir til Rituvíkar í skúla hvønn morgun. Bara á hesi stuttu ferð, upplivdu vit sera ymiska nátturu og fleiri landsløg:

  • Her í Heiðunum vóru innløgd gerðir. Nú er bygt á flestu teirra.
  • Longri úti var – og er tíbetur, hin serstaki heiðalyngurin í Tofta haga.
  • Síðani stórbæra  og vakra Toftavatn, ið røkkur út til Sandin Mikla, har ið vit sum børn høvdu mangar góðar løtur.
  • Komin á Rituvíksháls, sum kendist meira opin og veðurbardur, kundi ein líta oman í víkina. Stundum lá víkin spegilsblonk. Stundum við brúsandi brimi, sum kom heilt niðan á vegin.

Tá tað leið ímóti Grækarismessu var skiftandi landslagið ikki tað mest umráðandi. Tá ráddi um at telja tjøldur.

Tjaldrið var fyri okkum børn ein boðberi um vár og ljósari tíðir.

Men Tjaldrið fekk fyri okkum sum fráleið annan týdning.

Tað eru so mangir flytifuglar sum vitja heimaftur hesa vársins tíð. Tað má verða Nólsoyar Pálli og Fuglakvæðinum fyri at takka, at Tjaldrið hevur fingið hesa serstøðu sum ímynd og er vorðin tjóðarfuglur okkara.

Aðrir flytifuglar eru enn Tjøldrini. Her hugsi eg um okkara ungdóm, ið leitar sær burtur í onnur lond at útbugva seg og nema sær kunnleika.

At leita sær út  í styttri ella longri tíðarskeið, hevur altíð verið ein sjálvsagdur lutur í lívið okkara.

Avbjóðingin hjá okkum, ið støðast her, er at gera tað møguligt hjá okkara egnu pisum at flyta heimaftur til okkum at búsetast og virka.

Nú er tøknin so framkomin, at tú neyvan gevur tær far um árstíðir.

Men tað at heiðra várinum er frumborið í okkum menniskju.

Og tað er vert at hava í huga.

Grækarismessuhaldið er sostatt bæði ein heiðran av tjaldrinum, flytifuglunum, sum koma aftur til landið eftir drúgvan vetur. Men eisini ein fagnan av várinum, sum vit øll gleða okkum til.

Og neyvan er tað av tilvild, at okkara hondbólstfelag varð nevnt Tjaldur, sum vit eru sera glað og errin um.

Vár og vetur stríðast. Stundum kann tað tykjast sum at várið ikki kemur fyri seg og at veturin er tann, ið vinnur.

Men veturin gevur upp ond, várið tekur yvir, tað spríkir, sprettir og nýggir vøkstir, ja, nýggj ættarlið taka yvir.

Várið ber boð um nakað nýtt - ein nýggj byrjan.

Jóannes Patursson yrkir:

Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv, at vit ikki lata svíða dugnaloysi til hin arv, sum vit ervdu fedrum av; tá skal lyftið, sum tú gav, allan aldur Føroyum tryggja føroyingunum her at byggja.

Enn einaferð stóra tøkk til Skótarnir við Løkin og Nes Sóknar Musikkskfelag, ið altíð setur, serstakan dám á.

Takk fyri.